Í dag eru átta fólk færri innløgd við koronu í Grønlandi enn í seinastu dagføring fríggjadagin. Tað upplýsir landslæknaembætið í Grønlandi í dag.
Ein eldri borgari aftrat er deyður á Dronning Ingrid Sjúkrahúsi í Nuuk, og soleiðis eru nú seks fólk deyð í Grønlandi við covid-19, síðan farsóttin tók seg upp.
Tvey børn liggja framvegis á intensivari deild í Nuuk, og tey eru sambært Sermitsiaq fongd við álvarsligum sjúkueyðkennum eftir at hava havt covid-19.
Síðan seinasta fríggjadag liggja nú níggju fólk færri á sjúkrahúsum í Grønlandi við covid-19.
- Ein er útskrivaður í Nuuk, ein er deyður. Fýra fólk eru útskrivað í Sisimiut, ein í Maniitsoq og tvey í Aasiaat, skrivar Sermitsiaq.
Landslæknaembætið í Grønlandi veit at siga, at klokkan 14 í dag vóru fimm fólk innløgd í Grønlandi við aktivari koronu-smittu - trý í Nuuk, ein í Qaqortoq og ein í Ilulissat.
Av hesum fimm eru fýra innløgd við covid-19 sum høvuðsorsøk, og ein er innlagdur av øðrum orsøkum, har covid-19 ikki hevur nakran serligan týdning.
Síðan seinastu dagføring fríggjadagin, eru tilsamans 310 PCR-kanningar gjørdar í Grønlandi, harav 180 vóru positivar. Tað merkir, at smittuprosentið í hesum kanningum var 58.