Nú eru teir klárir at fara til verka

Nú eru seks timburmenn afturat klaktir á Glasi

Í gjár hava seks lærlingar staðið sveinaroyndina og kunnu nú kalla seg timburmenn  Tá ið teir fingu sveinaprógvið, minti Kenneth B. Olsen, leiðari á Timburdeildildini lærlingarnar á týdningin av at ikki at verða bangin fyri at royna seg heldur enn at halda seg aftur.

 

– Heldur angra okkurt, sum tú hevur roynt, enn at angra okkurt, sum tú ikki hevur roynt, legði hann teimum eina við.

 

##med2##

 

Teir seks lærlingar á høvuðsmyndini frá vinstru:

 

Arni Martinsson Tausen, sum hevur staðið í læru hjá Articon

Dánjal Akselsson Haraldsen, sum hevur staðið i læru hjá Articon

Hans Eihilt Sivertsen, sum hevur staðið í læru hjá Eysturlon

Hávar Patursson, sum hevur staðið í læru hjá J. N. Smíð

Kåre Hansen, sum hevur staðið í læru hjá Bogi Hermansen

Tóki á Rógvu Joensen, sum hevur staðið í læru hjá Húsavarðatænastuni.