Nú eru tit pínlig í landsstýrinum

Tú skuldi hildið, at tað vóru roynd fólk sum stungu politikkin út í kortið hjá ymsu flokkunum. At hesi fólkini kendu sín egna flokk og sítt egna fólk.

Men so tykist ikki vera. Í øllum førum ikki í Tjóðveldi og Framsókn við, har vent er í holini, tá tað kemur til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.

 

Tey vóru øll so braneggjað fyri valið. Tey funnust at táverandi løgmanni fyri at drála við at seta tiltøk í verk. Og tað gjørdi hann eisini. Hann drálaði so nógv, at sjálvt all­ir and­støðu­flokk­ar­nir komu til ta nið­ur­støðu, at nú gjørdist einki annað enn at gera ein nýggj­an sáttmála við Russland.

 

– Men koma vit til valdið, so verður øðr­vísi. So verður alt kannað út í æsir, allar av­leið­ingar, og tiltøk verða sett í verk so­leið­is, at vinnan kortini klárar seg, hóast øll sam­vinna við krígsmaskinuna Russland steðgar.

 

Men her kemur einki burturúr.  Lands­stýr­ið hevur nú drálað longri enn und­an­farna landsstýri. Tjóðveldi er langt síðani krak­e­­lerað, har eru sterkar kreftir, sum vilja sam­starv við Russland, kríggj ella ikki kríggj. Tað hevur størri týdning at fáa russ­isk skip til bryggju í Føroyum. Vit gera jú ong­an mun, vit revsa bara okkum sjálvi, siga tey.

 

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga jú tað sama sum hesar kreftir í Tjóð­veldi og Framsókn. Mangt bendir á, at tað bara er Javn­að­arflokkurin, sum stendur fast við støðuna fyri valið. At eingin sátt­máli verð­­ur gjørdur við Russland, so leingi land­ið er í kríggi í Ukraina.

 

Í blaðnum í dag hevur bretski am­bass­a­dør­ur­in í Keypmannahavn eina »ógvuliga dip­lom­at­iska« áheitan á Før­oyar. Hon vísir á, at Bretland hevur bannað øllum russ­isk­um skip­um at koma í bretskar havnir og ikki loyva russ­iskum skipum at fiska í bretsk­um sjógvi. Hon sigur, at hon blandar seg ikki í før­oysku avgerðina um samstarv við Russ­land, men ger púra greitt, at bretar vilja ikki hava, at Føroyar loyva russiskum skip­um at fiska í felagsøkinum millum Bret­land og Før­oyar, soleiðis sum vit gera í løt­uni.

 

Tað er pínligt, um kommediuspælið sum var við fisk­i­vinnunýskipanini og gongd í haga nú aftur skal gera seg galdandi um ein russ­­lands­pol­i­tikk, ið partar av lands­stýr­i­num ikki megna at taka støðu til.

 

Lovað er lovað.  Tit eru vald upp á vallyfti, sum millum annað var at kvetta samstarvið við Russ­land. Nú má løgmaður skjótt traðka í kar­akter.