Nú eru tveir úr Argentina á Argjum

AB hevur skrivað sáttmála við miðvallara úr Argentina

Ítróttarsjórin Jonas Dal Andersen og nýggi argentinski spælarin Franco Burset, sum í gjárkvøldið skrivaði undir sáttmála við AB

Seinastu vikuna hevur AB skrivað undir sáttmálar við fleiri útlendskar spælarar.

 

Mánakvøldið var tað álopsspælarin Agustin Marsico úr Argentina, sum skrivaði undir sáttmála.

 

Og nú boðar AB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein spælara aftrat úr Argentina.

 

Talan er um Franco Burset, sum hevur skrivað undir uppá, at hann fer at spæla við AB í 2022.

 

Franco er 21 ára gamal, ættaður úr Buenos Aires og kann bæði spæla sum verju- og álopskendur miðvallari. Síðstu árini hevur hann eins og hinir nýggju útlendingarnir spælt í USA. Seinasta felagið hjá Franco var Rutgers-Camden Raptors, veit AB at siga.

 

Síðani á nýggjárinum hevur AB skrivað undir sáttmálar við fýra útlendskar spælarar.

 

Umframt við teir báðar úr Argentina er talan um tveir spælarar úr USA – 23 ára gamla miðverjan Michael Smith og 21 ára gamla miðvallaran Coby Atkinson.

 

Fyrsti landskappingardysturin hjá AB, sum í heyst flutti upp aftur í bestu deildina, verður leygardagin 5. mars, tá ið HB verður gestur á Argjum.

 

Ítróttarsjórin Jonas Dal Andersen og nýggi argentinski spælarin Franco Burset, sum í gjárkvøldið skrivaði undir sáttmála við AB