- Streymurin er góður, og veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni. Tí rokna vit við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her kemur hýsa inn um stokkin, men nú fæst eisini toskur.

Nú fáa útróðrarbátar heldur meira av toski

Fleiri frystilínuskip eru til fiskiskap, tey flestu fiska á landgrunninum, men eitt er á veg heim úr Grønlandi.

 

- Streymurin er góður, og veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni. Tí rokna vit við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her kemur hýsa inn um stokkin, men nú fæst eisini toskur.

Í løtuni er bara eitt isfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

- Helst fara onkur ísfiskalínuskip avstað, nú bæði veður streymur eru til vildar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Meðan bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap, eru fleiri frystilínuskip úti, og tey flestu eru undir Føroyum í løtuni.

 

Eitt frystiskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og eitt siglir heim undan Gønlandi.

 

- Eitt er á Føroyabanka, tvey á Íslandsrygginum, og fimm frystilínuskip fiska á landgrunninum.

 

Sagt verður, at línuskipini fáa mest av toski, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.

 

- Streymurin er góður, og veðrið verður eisini gott, serliga fyrst í hesi vikuni. Tí rokna vit við nógvum útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu, men í seinastuni hevur verið heldur meira at fingið av toski.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

- Streymurin er góður, og veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni. Tí rokna vit við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her kemur hýsa inn um stokkin, men nú fæst eisini toskur.