Nú fáa vit eina strangari lóg um neyðtøku

Vit eiga at geva teimum, sum hava verið fyri neyðtøku, ta rættartrygd, sum tey hava krav uppá, heldur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer nú í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at herða revsingar fyri neyðtøku.  Ein broyting er, at nú verður tað staðfest, at samlega við ein, sum ikki gevur sítt samtykki til tað, er neyðtøka, og samstundis skal fongsulsrevsingin fyri neyðtøku verða eitt ár longri enn nú.

 

Fyri at samtykki skal vera hildið at vera sjálvboðið, »skal hetta vera komið vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum, ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.«, stendur í viðmerkingunum til lógina, sum nú verður lagt fyri Løgtingið.

 

Tað er ikki sjálvboðið, um gerningsmaðurin hevur noytt ein annan til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap.  Tað er heldur ikki sjálvboðið, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil, ella hevur skaffað sær samlegu við ein, sum er í slíkum tilstandi, ella í eini slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini.

 

– Neyðtøka er ein av teimum mest álvarsligu persónligu brotsverkunum, sigur løgmaður.

 

Í dag er lógin um neyðtøku soleiðis, at talan er um neyðtøku, tá ið gerningsmaðurin hevur brúkt makt, ella tvingsli. Tað er eisini neyðtøka, tá ið órættaði hevur verið í einum slíkum tilstandi, ella í eini slíkari støðu, at viðkomandi ikki hevur verið førur fyri at at seta seg upp ímóti gerðini.

 

Tíðin er komin til at tryggja, at rætturin til kynsligan sjálvavgerðarrætt verður avgerðandi fyri, nær talan er um neyðtøku. Vit eiga at geva teimum, sum hava verið fyri neyðtøku, ta rættartrygd, sum tey hava krav uppá, heldur løgmaður.

 

Mett verður, at tá ið tað verður sett í lógina, at samlega er grundað á samtykki og sjálvbodni, fer tað ikki bara at hava týdning fyri, hvussu løgreglan, ákæruvald og dómstólurin, fara at meta og viðgera neyðtøkumál. Mett verður, at hetta eisini fer at elva til eina hugburðsbroyting, tí hetta varpar ljós á, at vit skulu virða mørkini og frælsi hjá okkara medmenniskjum, umframt rættin til at ráða yvir egnum kroppi, stendur í viðmerkingunum.