Nú fáa vit eitt alment partafelag afturat

Johan Dahl vil nú eisini gera Ferðaráðið til eitt alment partafelag

Nú fáa vit eitt alment partafelag afturat í Føroyum.

Tað er greitt, nú Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at umskipa Ferðaráð Føroya til eitt alment partafelag.

Endamálið við ferðavinnuni er, at í 2020 skal hon tvífaldast og geva minst eina milliard í avkasti til føroyska samfelagið.

Samstundis verður mett, at sum er skapa útlendsk ferðafólk skapa 400 - 500 ársverk í Føroyum og endamálið er eisini, at tað talið skal verða tvífaldað í 2020.

Men Johan Dahl sigur, at tað manglar ein avgerandi fortreyt fyri at røkka tí endamálinum.

Ferðaráð Føroya má fáa betri og meiri støðugar karmar at virka undir og samstundis má tað knýtast tættari at vinnuni, heldur Johan Dahl.

Tí skal Ferðaráðið umskipast til eitt alment partafelag.

Partapeningurin verður 500.000 krónur og landsstýrið verður einsamallur partaeigari.

Samstundis verður navnið broytt til Visit Faroe Islands, VFI.

Almenna partafelagið skal stjórnast av stjóra og eini nevnd við sjey limum.

Formaðurin ella forkvinnan, skal hava hollan kunnleika til ferðavinnu og altjóða marknaðarføring

Eitt umboð skal veljast fyri Ferðavinnufelagið, og ferðaflutningsfyritøkurnar fáa tvey umboð í nevndina.

Tórshavnar Kommuna fær eitt umboð í nevndina. Orsøkin til tað er, at talan er um høvuðsstaðin, sum umboðar útvið helvtina av Føroyum og sum er ein drívmegi í ferðavinnuni í Føroyum.

Hinar kommunurnar fáa eitt umboð í nevndina og seinasti nevndarlimurin skal umboða mentanina og ítróttin.

Við tað at landið er einsamallur eigari og letur felagnum stuðul, eigur landsstýrismaðurin at hava meira beinleiðis atgongd til upplýsingar um arbeiðið hjá nevndini og møguleika at geva nevndini sína áskoðan til kennar, heldur Johan Dahl.

Hetta verður framt, við at landsstýrismaðurin tilnevnur ein eyka nevndarlim, men hann hevur ikki atkvøðurætt.

Í einum almennum partafelagið fer at vera lættari at samskipa marknaðarføringina við vinnuna, heldur Johan Dahl.

- Ferðaráð og feløg, sum hava til endamáls at marknaðarføra eina tjóð, kunnu ikki sammetast við annað alment fyrisitingarligt virksemi, sigur Johan Dahl.

- Talan er hinvegin um virksemi við greiðum vinnuligum dámi, sum snýr seg um marknaðarmenning, hvørs høvuðsendamál er at skapa vøkstur innan ávísa vinnugrein, nevniliga ferðavinnuna.

- Ferðaráðið skal vera ein effektiv og dynamisk marknaðarføringseind, sum virkar undir støðugum kørmum, soleiðis at tað ber til at leggja eina langskygda ætlan fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðavinnuland.

Í samstarvi við vinnuna, kann eitt alment partafelag í størri mun, leggja eina langtíðar marknaðarføringarætlan yvir fleiri ár fyri føroyska ferðavinnu.

Ætlanin er, at almenna partafelagið VFI, skal fáa eina játtan á fíggjarlógini og tað, sum liggur í kortunum er, at fyribild verður játtanin á 13,9 milliónir um árið.