Nú fáa vit skjótt at vita um tað verður semja ella verkfall

Semingsroyndin er byrjað í dag - men tær kunnu verða drúgvar

Nú eru semingsmenninir loksins farnir undir beinleiðis royndina at fáa semju í lag um ein nýggjan sáttmála ímillum Starvsfelagið øðrumegin, og arbeiðsgevararnar, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hinumegin. Samráðingarnar eru byrjaðar í dag og tær eru á Hotel Brandan í Havn.

 

Partarnir samráddust í alt heyst, men um mánaðarskiftið november – desember, máttu teir kasta handklæðið í ringin og ásanna, at tað fór ikki at eydnast teimum at røkka eini semju.

 

Tískil vóru semingsmenninir boðsendir, men tað hevur gingið strilti at fáa gongd á semingsroyndina av álvara. Tvær ferðir eru samráðingarnar nevniliga útsettar orsakað av koronu – men nú hava tey so sett seg við samráðingarborðið.

 

Starvsfelagið sigur á Facebook, at tað, sum skilur partarnar, er, hvussu stór lønarhækkingin skal vera og tey siga, at tað er framvegis endamálið at fáa eina virðiliga lønarhækking, sum tey málbera seg.

 

Tað er óvist hvussu leingi semingsroyndin varar, men tað kann gott verða í drúgva tíð og samráðst verður so leingi nakað er at samráðast um.