Løgreglan fær nú nógv betri umstøður at loynilurta eftir fólki í sambandi við arbeiðið at greina álvarsom brotsverk. Tað er samgongan nú samd um.
Sostatt er samgongan samd sum at samtykkja illa umstrídda lógaruppskotið, sum víðkar heimildina hjá løgregluni at loynilurta eftir fólki í samband við arbeiði at uppklára álvarsom brotsverk, eitt nú álvarslig narkotikamál, pedodili og barnaporno og annað álvarsamt.
Uppskotið hevur verið til viðgerar í Løgtinginum síðani í heyst, men nú er meirilutin í Vinnunevndini hjá Løgtinginum komin ásamt um at mæla Løgtinginum til at samtykkja málið.
Tað eru tey fimm umboðini hjá samgonguni, sum vilja hava málið samtykt, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Helgi Abrahamsen, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen og Gerhard Lognberg.
Tey halda, at tað hevur leingi verið átrokandi at rættargangslógin fyri Føroyar verður dagførd, tí á fleiri økjum eru vit eftirbátar. Tey halda, at tað hevur týdning, at reglurnar verða dagførdar soleiðis, at møguleikarnir hjá løgregluni at kanna brotsverk, nú verða munandi betri.
Men minnilutin í nevndini, Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen, sum eru úr andstøðuni, vísa á, at hetta er eitt stórt inntriv í privata frælsið hjá føroyinginum.
Og teir báðir taka bragdliga til - Myndin av ógvuliga nærverandi politistatinum styrknar, samstundis sum áður óhugsandi myndirnar av ”Big brother is watching you” troka seg tættari og tættari í føroyska gerandisveruleikanum, siga Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen.
Teir siga, at rætturin til eitt frælst og óskert privatlív, eigur at vinna á rættinum hjá statinum til at sneyta so víðfevnt í øllum okkara privatu viðurskiftum. Teir báðir halda, at endamálið er uttan iva gott, men at hetta rakar ov breitt og skeivt eisini.
- Tað er komið fram í Rættarnevndini, at hetta fevnir hvørki um samskifti á internetinum, ella um samskifti á Skype og Wiper.
Tí halda teir, at tað er lítið gagn í hesum. Afturat fer hetta at kosta telefeløgunum 10 milliónir krónur at seta í verk og tann rokningin verður send øllum brúkarunum.
Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen ivast ikki í, at verða 10 milliónir brúktar upp á at útvega fleiri løgreglufólk, hevði tað gjørt nógv størri mun.
Løgtingið fer at taka støðu til málið næsta týsdag, men lítið er at ivast í, at tað verður samtykt, tá ið samgongan í vinnunevndini, er samd um at mæla til tað.
|