Nú fara tey aftur at dansa

Felagið Tøkum Lætt byrjar dansiveturin í kvøld - eisini við barnadansi.

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

 

Tøkum Lætt fer nú undir nýggjan dansivetur – eisini við barnadansi. Fyrsta regluliga dansikvøldið verður komandi sunnukvøld 19. oktober kl. 20.00 í Djónastovu við Strond í Havn.

 

Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.

 

Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.

Ein tíma aðrenn (kl. 19.00) byrjar barnadansurin, sum felagið hevur skipað fyri nú í nøkur ár.

 

Í fyrstani varð dansað við børnunum mikukvøld, men ymsar umstøður høvdu við sær, at neyðugt varð at flyta henda dansin til sunnukvøld. Og undirtøkum hevur verið góð.

 

Tiltøk við barnadansi hava verið kring landið á ymiskan hátt. Oftast soleiðis, at nøkur tilkomin fóru í dansistovuna tíðliga eitt dansikvøld saman við børnunum, sum síðan fóru burturúr, so hvørt tey tilkomnu løgdust aftrat.

 

Men í Havn hevur verið serstakur barnadansur síðan tíðliga í 1950-árunum. Tað vóru Jóhs. av Skarði lærari og Dávur Magnussen apotekari, ið tóku stig til hetta tiltak.

 

Dansað verður nú sunnukvøldið tann 19. okt. kl. 20 í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1. Barnadansurin byrjar sama kvøld kl. 19.