Tað hevur havt ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum, at tað er so trupult at fáa tíð til poting. Tískil verður fyribils potað í Eydnuni á Oyrarbakka týsdag og hósdag.

Nú fara tey at pota í Sundalagnum

Fyri at lætta um hjá borgarunum í Sundalagnum, fer Sunda kommuna í samstarvi við Eiðis kommunu og Landssjúkrahúsið at skipa eina potistøð í Eydnuni á Oyrarbakka næstu vikurnar.

Tað hevur havt ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum, at tað er so trupult at fáa tíð til poting. Tískil verður fyribils potað í Eydnuni á Oyrarbakka týsdag og hósdag.

Smittustøðan í landinum ger, at alsamt fleiri fólk hava tørv á at verða potaði, og trýstið á kanningarstøðini í Havn og í Klaksvík er so mikið stórt, at trupult er at fáa tíð til kanning.

- Hetta hevur stóra ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum, verður sagt í økinum.

Tí hevur borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, heitt á Landssjúkrahúsið um at geva kommununi loyvi at skipa eina potistøð í Sundalagnum í eitt tíðarskeið.

Landssjúkrahúsið hevur játtað umbønini og fer Sunda kommuna saman við Eiðis kommunu nú at skipa fyri poting í Eydnuni á Oyrarbakka hvønn týsdag og hósdag - fyribils í tríggjar vikur.

Byrjað verður at pota týsdagin hin 25. januar.

- Kommununar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar. Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á www.korona.fo. Latið verður upp fyri bíleggingum so skjótt, sum tað tøkniliga er klárt.

Í Sunda kommunu leggja tey aftrat, at tilboðið serliga er ætlað borgarum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu.