Nú fer Bogi Hansen frá fyri aldur

Ein av okkara fremstu granskarum fellur nú fyri aldursmarkinum

Herfyri fylti ein av okkara fremstu granskarum, Bogi Hansen, havfrøðingur, 70 ár. Og sostatt fall hann fyri aldursmarkinum fyri at kunna vera í føstum almennum starvi.

 

Havstovan sigur, at í tí sambandi var samkoma á Havstovuni fyri honum týsdagin, har væl av fólki var komið at heiðra Hann.

 

Talan var bæði um fólk í Føroyum, sum hava tilknýti til gransking, og umboð fyri Fróðskaparsetrið, har hann hevur starvast og undirvíst í mong ár.

 

Útlendskir granskarar og samstarvsfelagar komu eisini á vitjan í hesum sambandi, sigur Havstovan.

 

- Bogi Hansen er kendur og virdur granskari, bæði i Føroyum og úti í heimi, staðfestir Havstovan.

 

Umframt slóðbrótandi gransking í føroyskum viðurskiftum, hevur hann eisini verið við í nógvum altjóða granskingarverkætlanum og hann hevur sett síni týðiligu spor í altjóða gransking.

 

Havstovan sigur, at hóast Bogi Hansen ikki longur kann vera í føstum starvi á Havstovuni longur, ber til at vera leyst knýttur at stovninum.

 

- Bogi er framvegis eftirspurdur samstarvsfelagi í altjóða gransking og fer at halda fram í altjóða granskingarverkætlanum, sum Havstovan er við í, sigur Havstovan.'