Nú fer gjaldið úr Samhaldsfasta upp um 6.000 krónur

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 115 krónum um mánaðin frá 1. januar 2023.

 

Tað svarar til eina hækking á 1,9 prosent soleiðis, at eftirlønin fer frá 5.955 krónum um mánaðin í 2022 til 6.070 krónur um mánaðin í 2023. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 72.840 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2023.

 

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

 

Í 2021 vóru útgoldnar 628 milliónir krónur í eftirlønum úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, útgjaldið til eftirløn í 2022 er mett til umleið 647 milliónir krónur og til 675 milliónir krónur í 2023.