Nú fer hann til Íslands - men hann kemur skjótt aftur

Fyribils verður Herjólfur í Føroyum í eina viku afturat

Nú er Smyril afturkomin, so nú verður Herjólfur ikki longur einasta lívæðrin hjá suðuroyingum við meginøkið. Strandferðslan leigar Herjólf frá íslendinum, og tað var ein partur av avtaluni, at hann skuldi yvir til Ísland í oktober at loysa eina ferju av, sum fer í dokk.

 

Jóhan Petur Abrahamasen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Herjólfur verður verandi í Føroyum í eina viku afturat, men so fer hann aftur til Ísland tann 4. oktobur. Har skal hann sigla í 3-4 vikur, men síðani kemur hann aftur til Føroya. Tá fer hann at hjálpa Smyrli at føra farm ímillum Suðuroynna og Havnina. Virkandi stjórin sigur, at tá fer Herjólfur at sigla fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag. Herjólfur verður so her í Føroyum til í eitt ár afturat, til í septembur ella oktobur næsta ár.