Í mars mánað fer víðagitni havrógvarin, Livar Nysted úr Hvannasundi, aftur at seta seg við árarnar. Og hesa ferð er endamálið heilt greitt og tað er, at taka eitt nýtt heimsmet.
Livar Nysted hevur róð fleiri ferðir um hav og hevur sett fleiri heimsmet. Men hann er ikki mettur av rógving og nú kendi skiparin og havrógvarin, Leven Brown hevur sent boð eftir Livari, fer hann at taka av.
Leven Brown hevur havt metið at rógva um Suðuratlantshav, av Kanarisku oyggjum til Barbados. Tað var í 2008, hann tók metið, fransmenn høvdu sett í 1992.
- Í 2011 varð hetta metið tikið, tá ið ein bátsmanning brúkti 32 dagar um ferðuna. Men Leven Brown setti sær skjótt fyri at taka metið aftur, sigur Livar Nysted.
Ein roynd varð gjørd í fjør, tá var Livar Nysted eisini ein av manningini, men tað miseydnaðist, tí teir brúktu 35 dagar um ferðina.
Næsta ár er so ætlanin at gera eina roynd afturat og fyri at røkka málinum, hevur Leven Brown útvalt sær eina manning av sjey rógvarum afturat sær.
Og ein av teimum, hann hevur sent boð eftir, er tiltikni havrógvarin úr Hvannasundi. - Tað er ein æra at vera mettur at vera nóg drúgvur rógvari til at sleppa á eitt slíkt úrvalslið, sigur Livar Nysted.
Metið at rógva hendan teinin á 5.000 kilometrar, eru 32 samdøgur. - Hetta er metið, Vit skulu taka. Tað verður hart og tað skal gangast okkum væl. Men tað letur seg avgjørt gera, sigur Livar Nysted.
Tað heldur Livar Nysted er ein fyrimunir, tí nú kenna teir bátin og kunnu bøta um teir veikleikar, hann hevði.
Eitt nú brotnaði kjalirnir og tað gjørdi bátin ringan at rógva. Somuleiðis fóru róðurgreiðurnar, so teir máttu seta mann at stýra og sostatt mistu teir ein rógvara. |