Er einki mark fyri vanvirðingini hjá Løgmanni, av Løgtinginum?
Tað spyr Páll ár Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, í dag.
Páll á Reynatúgvu er eisibi limur í formansskapinum hjá Løgtinginum og hann sigur í dag, at nú finnur hann seg ikki í meiri frá løgmanni,
Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, er komin til ta niðurstøðu, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt ósatt fyri løgtinginum um, hvønn leiklut hann hevur havt í málinum um Eysturoyartunnilin.
Men kortini tók hann niðurstøðuna hjá kanningarstjóranu, sum ein sigur, tí hann var fríkendur í fleiriu øðrum spurningum. Mikukvøldið bað hann kortini Løgtingið um umbering fyri at hava sagt ósatt
- Fyrst sáar hann iva um trúvirðið í úrslitinum av kanningini hjá Gammeltoft! So kemur hann við eini umbering, sum valla er ein umbering. Og at enda rýmir hann av landinum í ein mánað, staðfestir Páll á Reynatúgvu.
Løgmaður er nevniliga farin á Oyggjaleikir í Jersey, síðani fer hann at súkkla til París við føroyska Rynkeby liðnum, og tá ið hann er komin til París, fer hann beint í feriu, so hann verður ikki aftur í Føroyum fyrrenn beint upp undir ólavsøku.
Páll á Reynatúgvu sigur, at í dsag hevur hann tískil heitt á løgtingsformannin um í stundini at kalla formansskapin saman at viðgera máli, og hvørja revsing, løgmaður skal hava.
Og hann er ikki mjúkur í orðum mótvegis løgmanni:
- Finni meg snøgt sagt ikki í at Tingið verður traðkað niður av teimum sum eru sett at tæna Tinginum og landsins borgarum! Tað er møguligt at lúturin sum Gammeltoft mælir til er alt ov veikur. Hendan valdsarrogansan hjá Løgmanni er farin út um alt sømuligt mark, skrivar hann á Facebook.
- Tá Løgmaður so altráur góðtekur at verða funnin ósekur í øðrum kanningarúrslitinum, eigur hann so ikki at virða tað úrslitið eisini, har staðfest verður at at hann hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna?
Kann eingin annar taka ábyrgdina av støðuni, so má Løgtingsins formansskapur gera tað, sigur Páll á Reynatúgvu.