Nú hava øll fingið vatn aftur

- Arbeiðið at bøta um vatnleiðingina er liðugt, so nú rennur vatn aftur, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

 

Í gjár boðaði Sjóvar kommuna frá, at tey í dag fóru at skrúva fyri vatninum á Strondum, Innan Glyvur og við Kolbeinagjógv.

 

Hetta var í samband við, at arbeiðast skuldi upp á vatnleiðingina. 

 

Sagt varð, at fólk í nevndu økjum fóru at missa vatnið frá klokkan 10 og so leingi, sum arbeiðið vardi. 

 

Men, nú boðar Sjóvar kommuna frá, at vatn aftur rennur á Strondum, Innan Glyvur og við Kolbeinagjógv.

 

- Arbeiðið at bøta um vatnleiðingina er liðugt, so nú rennur vatn aftur, siga tey í kommununi í dag.