Myndin av djúpvatnstrolaranum Bresti, sum eisini er frystitrolari, er tikin í Miðvági í gjár, tá trolarin loysti og stevndi út eftir vágni. Umborð á Bresti duga teir væl at fáa burtur úr svartkalvanum.

Partrolarar hava aftur smáligan fiskiskap

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku.

Myndin av djúpvatnstrolaranum Bresti, sum eisini er frystitrolari, er tikin í Miðvági í gjár, tá trolarin loysti og stevndi út eftir vágni. Umborð á Bresti duga teir væl at fáa burtur úr svartkalvanum.

Fýra partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa, men nú hava skipini aftur smáligan fiskiskap.

- Skipini fáa tó eisini nakað av hvítum fiski.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Herfyri frættist annars, at partrolarar høvdu gjørt hampiliga góðar túrar á upsaveiði, men sum skilst er helst longri ímillum góðu hálini nú.

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Hin liggur við bryggju.

Av teimum smáu trolbátunum eru tveir til fiskiskap í løtuni, og sambært Fiskamarknaði Føroya koma báðir inn at landa fyrst í næstu viku.

- Trolbátarnir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Møguliga loysir onkur aftrat ein av næstu døgunum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava smáligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku, og hesir hava báðir brúkiligan fiskiskap.

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.