Sjálvstýri hevur nú aftur fingið lokalfelag í Suðuroy. Tað er veruleiki eftir at fundur hevur verið í Salt á Drelnesi í kvøld, har lokalfelag fyri Suðuroynna varð sett á stovn. Tað er ein mansaldur síðani, at Sjálvstýri datt niðurfyri í Suðuroy, men nú hevur flokkurin aftur fingið eina miðstøð í Suðuroy.
Hetta kemur í kjalarvørrinum á, at nú er Kristin Michelsen av Tvøroyri einasti tingmaður fyri flokkin og nú flokkurin er farin til verka at styrkja seg um alt landið, var tað Suðuroyggin, sum fyrst stóð fyri tørni.
Kári P. Højgaard, virkandi formaður flokins var eisini við á fundinum, og hann er ovfarin av undirtøkuni, tí hann sigur, at tað vóru yvir 30 fólk á fundi, og tað er nógv meiri enn hann hevði væntað. Serliga sigur hann, at hann fegnast um, at tað vóru nógv ungfólk á fundi.
Sjálvstýri fer eisini at stovna lokalfeløg í øðrum pørtum í landinum og sum tað liggur í kortinum nú, verður tað í Vágum, at næsta lokalfelagið verður sett á stovn.
Á stovnandi aðalfundinum í kvøld varð eisini nevnd vald fyri Sjálvstýrisfelagið í Suðuroy. Í nevndini eru fimm limir, og nevndin hevur skipað seg soleiðis, at Snæbjørn Bærendsen í Froðba er formaður, Jógvan Midjord í Hovi er næstformaður, Jónhild Nybo á Trongisvági er skrivari, Hans Cecil Poulsen í Hvalba er kassameistari og nevndarlimur er Halldis Michelsen í Froðba. Tiltakslimir eru Niels Hammer í Hovi og Jákup Ludvig í Hvalba.
Tað verða Snæbjørn Bærendsen, sum verður fastur limur í landsnevndini og Hans Cecil Poulsen er varalimur í landsnevndini.