Nú hava tey kært: Krevja nýggja viðgerð

Nýtt í ósemjurnar um kvotur

Smápartafeløgini Mót og JKS Impex hava nú kært avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um kvotur av uppsjóvarfiski. Tað veit Kringvarpið, sum hevur fylgt málinum, at siga í tíðindunum í dag.

 

Smápartafeløgini bæði krevja, at Fiskimálaráðið fer at taka málið upp av nýggjum, sambært Kringvarpinum. 

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, gav ikki hesum báðum feløgum kvtur av uppsjóvarfiski. Í staðin fingu smápartafeløgini Ango og Gráastein kvoturnar. Mót og JKS Impexfeløgini meina, at viðgerðin er farin skeivt fram, millum annað tí at Fiskimálaráðið ikki partshoyrdi JKS, áðrenn avgerðin varð tikin, og harumframt manglaði eisini innlit.