Nú hava yvir 300 familjur fingið fíggjarligan stuðul

Nú eru einar 500 umsóknir eftir at avgreiða - men fleiri umsóknir eru eisini sýttar

Í farnu viku varð seinasta freist at søkja um tann serliga oljustuðulin, Løgtingið hevur samtykt at lata familjum, sum eru serliga illa fyri fíggjarliga. Á Almannaverkinum eru tey ikki heilt liðugt at skráseta umsóknirnar. Higartil hava tey skrásett 778 umsóknir, men nakrar eru eftir, so tey vænta, at tá ið alt er gjørt upp, verða umsóknirar stívliga 800 í tali.

 

Á Almannaverkinum siga tey, at tey miðja eftir at avgreiða nakrar umsóknir hvørja viku og higartil eru gott og væl 300 umsóknir avgreiddar, og pengarnir eru sendir. Tær allarflestu umsóknirnar eru játtaðar, men tað eru eisini fleiri umsóknir, sum eru sýttar, tí at umsøkjarararnir ikki lúka treytirnar.

 

Tað eru nevniliga bara tey, sum eru allarringast fyri, sum fáa hendan serliga oljustuðulin. Treytirnar fyri at fáa oljustuðul eru hesar:

 

·  Er talan um eitt húski við einum vaksnum, skal inntøkan vera minni enn 290.000 krónur um árið – sama um umsøkjarin hevur børn ella ikki.

 

·  Er talan um húski við tveimum, ella fleiri, vaksnum og við upp til tveimum børnum, skal inntøkan vera minni 390.000 krónur um árið

 

·  Er talan um húski við tveimum ella fleiri vaksnum og minst trimum 3 børnum, skal inntøkan vera minni enn 410.000 krónur um árið.

 

Tey, sum tjena meiri, hava ikki rætt til oljustuðul. Men harafturat eru tað bara tey, sum at kalla ikki eiga nakað, sum fáa stuðul. Hjá eini lítlari familju kann ognin í mesta lagi vera 50.000 krónur. Men er talan um eitt stórt hús, við trimum, ella fleiri vaksnum, kann ognin hjá øllum í húskinum tilsamans, í mesta lagi vera 70.000 krónur.

 

Ognir eru bæði peningur á bók, og partabrøv, sum kunnu seljast.

 

Oljustuðulin er 10.000 krónur, so verða tað 800 familjur, sum fáa stuðul, verður kostnaðurin átta milliónir. Á almannaverkinum siga tey, at tey fáa upplýsingar frá Taks. Tað merkir, at ognin er gjørd upp á nýggjárinum, og hon kann saktans vera broytt síðani tá.

 

So er tað onkur, ið hevur fingið noktandi svar, tí at ognin er ov stór, kunnu viðurskiftini verða broytt síðani, so at tey kortini hava rætt til oljustuðul. Men tað stendur so til umsøkjaran at prógva at ognin er minkað so nógv, at tey hava rætt til stuðul.