Nú heldur Jesus við Arsenal

Premier League: Arsenal hevur í dag kunngjørt keypið av brasilska Gabriel Jesus fyri umleið 390 milliónir krónur

Mynd: (Arsenal.com) Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, og Gabriel Jesus

Arsenal hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt brasilska Gabriel Jesus fyri umleið 390 milliónir krónur frá Manchester City. 25 ára gamli áleyparin skal hava nummar 9 í rygginum og tað ber boð um, at hann er ætlaður fremsta val hjá Mikel Arteta, venjara hjá Arsenal.

 

London felagið hevur verið sett í samband við Gabriel Jesus, eftir at Manchester City valdi at keypa Erling B. Håland frá Borussia Dortmund. Gabriel Jesus náddi at spæla 233 dystir fyri Manchester City og skora 95 mál.

 

Bretskir miðlar sum The Guardian skriva, at ítróttarstjórin hjá Arsenal, landsmaðurin Edu, eigur stóran lut í, at Gabriel Jesus nú spælir við Arsenal. Hartil hevur Mikel Arteta verið hjálparvenjari hjá brasilska landsliðsspælaranum í Manchester City, áðrenn hann bleiv venjari hjá Arsenal. Partarnir hava gjørt sáttmála til 2027. Keypti stórt inn í fjør, og í summar hevur felagið eisini keypt Fábio Vieira frá FC Porto. 

 

Mynd: (Arsenal.com) Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, og Gabriel Jesus