Nú hevur Framtak fingið nýggjan stjóra

Hann avloysir Niels Dann West, sum hevur verið stjóri í nógv ár

Nevndin í Framtak, sum fyrr nevndist Framtaksgrunnurin, hevur sett Ben Arabo sum nýggjan stjóra. Ben Arabo er 48 ára gamal, hann er búskaparfrøðingur og hevur nógvar og fjølbroyttar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann tekur við starvinum 1. november.

 

Framtak er ein grunnur, sum ger íløgur í føroyskt vinnulív og uppgávan hjá nýggja stjóranum verður framhaldandi at menna Framtak og tað samstarv, grunnurin hevur við vinnuna og við aðrar partar í Føroyum og uttanlands.

 

Ben Arabo tekur við eftir Niels Dann West, sum hevur verið stjóri í Framtaki síðani 1994, burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði.