Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin sum var hin 23. apríl.
Bingerð H. Fosságil er forkvinna, og Linda A. Jacobsen heldur fram sum næstforkvinna. Nevndarlimir eru Malan Hansen, Elisabeth E. Eliasen og Elsebeth Samuelsen. Ella N. Heinesen og Annika B. Eliasen eru tiltakslimir.
Sáttmálin hjá Heilsurøktarafelagnum við KAF og Fíggjarmálaráðið gongur út 1. oktober í ár, so tað verða sáttmálasamráðingar, ið fara at mynda stóran part av arbeiðnum hjá nýggju nevndini komandi tíðina.
Nú inflatiónin aftur hækkar, og brúkaraprístalið er vaksið við 4,4 prosetum frá fyrsta ársfjórðingi í 2021 til fyrsta ársfjórðing í 2022, er fíggjarstøðan hjá teimum lægst løntu rættiliga nógv broytt, síðan verandi sáttmáli kom í gildi.
- So, her er ein veksandi skeivleiki, ið skal rættast, sigur Heilsurøktarafelagið í tíðindaskrivi í dag.
Nevndin í felagnum er farin undir at fyrireika seg til samráðingarnar í heyst.