Nú ber til at tekna seg til undankappingina í kareoke í Føroyum, har vinnarin sleppur at luttaka í heimsmeistarakapping í Panama.
Fyrireikararnir skriva m.a. soleiðis á facebook:
Nú skulu Føroyarmeistarar í Karaoke 2023 finnast. Umframt heitið sum føroyameistari, ogna vinnararnir sær møguleikan at sleppa at umboða Føroyar í heimsmeistarskapinum í karaoke, sum í ár skal haldast í Panama City, Panama, tann 6.-11. novembur.
Kappingin verður hildin í Glitnir í Havn fyrsta vikuskiftið í mars, tann 3. og 4. mars .
Kappingin verður skipað soleiðis, at hvør sangari stillar upp við 2 sangum, sum skal framførast fyri einum dómaratoymi. Dømingin tekur støði í sangvali, sangrøddini, framførsluni og sangteknikki. Síðan koma nakrir luttakarar víðari til finaluna, har tey skulu syngja ein triðja sang. At enda verða tveir luttakarar kosnir sum Føroyameistarar í Karaoke 2023, sum sleppa at kappast í HM í Panamá.
Meira sæst á facebookvanganum hjá Kareoke Føroyar.