Nú kanst tú geva karakter fyri kundaupplivingar

Reyta.fo er ein nýggj talgild tænasta, ið gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar.

Reyta.fo skrivar í tíðindaskrivi, at tey flestu kenna líknandi skipanir úr útlondum, men onkursvegna hava vit ikki megnað at fingið eina føroyska ummælisskipan.

 

– Reyta.fo er serment til føroyska marknaðin og loyvir brúkarum at reyta – ella at ummæla – partafeløg, smápartafeløg, tænastur, nethandlar o.t. Tað er upp til brúkaran sjálvan, um hann ynskir at verða almennur ella dulnevndur. Tó skulu allir brúkarir skrásetast og góðkenna treytirnar fyri at reyta.

 

Hugsjónin handan Reyta er, at føroyingar eiga at standa saman um tær góðu kundaupplivingarnar, sum í Føroyum kunnu betrast á nógvum økjum.

 

##med2##

 

– Tað skal heilt einfalt verða lættari og meira gjøgnumskygt hjá borgarum at vita hvørjir veitarar eru teir bestu innan sítt økið. Skráset tína reyting á reyta.fo og ger mun – Føroyum og føroyingum at frama, skrivar Reyta.fo.