Nú kanst tú keypa bilin hjá Pávanum!

Um tú ynskir tær ein lítið brúktan familjubil, sum ikki hevur koyrt nógvar kilometrar, so er bilurin hjá Pávanum í Rom eitt gott boð.

 

Fríggjadagin 29. januar verður ein bilur hjá Pávanum seldur á uppboðssølu á Philadelphia Auto Show í USA. Bilurin er ein heilt vanligur Fiat 500L.

 

Pávin fekk bilin, tá hann í 2015 vitjaði í USA fyri fyrstu ferð. Hann nýtti bilin, teir seks dagarnar vitjanin vardi og koyrdi gjøgnum býirnar New York, Washington og Philadelphia.

 

Sjálvandi vakti tað ans, at Pávin sat og vinkaði til áskoðararnar á baksetrinum á ein vanligum Fiat 500L, meðan trygdarvaktirnar koyrdu í stórum amerikanskum bilum.

 

Vanligt er bæði í USA og restini av heiminum at statsleiðarar og aðrir kendir persónar koyra í stórum skottryggum bilum við myrkt tónaðum rútum, men Pávin vildi enn einaferð vísa, hvussu lítillátin hann er við at koyra í einum vanligum bili.

 

Til ber at bjóða upp á bilin á sjálvari framsýningini og á netinum.