Nú keða tey seg illa

Fólkini, sum Paul Watson hevur sent til Føroya at verja grindahvalin, tykjast keða seg illa í Føroyum.

Fólkini, sum Paul Watson hevur sent til Føroya at verja grindahvalin, tykjast keða seg illa í Føroyum.

 

Tey royna javnan at skriva út á facebookbólkin, GrindStop2014, men har er ikki nógv at síggja til grindahval. Men tó, nú ein dagin bjargaðu tey einum mása, sum helst var yvirkoyrdur av einum bili.

 

Men stóri leiðarin hjá hesum fólkunum, sum eru komin til Føroya, her tey halda, at vit dagliga drepa grind – Paul Watson, roynir at halda grýtuni á kóki.

 

Í hirðabrævi sínum um dagarnar langar hann til og samanber føroyingar neyðtøkufólk hópsdrápsmenn og pedofilar.

 

Eingin grind hevur víst seg, og tað er ikki gott fyri Sea Shepherd, hvørs tilverugrundarlag er treytað av blóðugum myndum, sum tey altso ikki fáa í Føroyum. Men við at øsa okkum og fáa okkum til at gera okkurt verri enn at skøva gomlu bilarnar, so kanska fær hann onkrar myndir ella okkurt at skriva um.

 

Tað er altíð gott, at fólk royna at verja lív. Men kanska tað er at taka tingini úr samanhanginum, tá fólk, sum koma frá londum sum framvegis drepa menniskju, koma higar og rópa okkum drápsmenn, neyðtøkubrotsmenn og pedofilar, tí vit drepa grind...