Nú kemur GSM skipanin

GSM telefonskipanin verður sett í verk í Føroyum frá 1. juni í ár. Skipanin gjørdist nógv bíligari enn væntað.

Í juni mánaða fáa føroyingar eina nýggja fartelefonskipan.

Tá verður GSM skipanin, sum annars verður brúkt um meginpartin av heiminum, sett í verk í Føroyum.

Sum vanligt er, eru vit nøkur aftanfyri grannalond okkara. Hini norðanlondini tóku fartelefonirnar í nýtslu í 1982, meðan tær komu til Føroyar í 1989.

GSM skipanin kom í hinum londunum í 1992, men rættilig gongd kom ikki á fyrr enn í 1995.

Nú kemur hon so í Føroyum, og tað merkir, at tað nú fer at bera til hjá okkum at fara uttanlands við okkara GSM telefonum og hjá útlendingum at koma til Føroya við sínum GSM telefonum.

Men soleiðis verður tó ikki beinanvegin, tí tað tekur sína tíð at fáa eina slíka telefonskipan uppá beinini.


Fyrst Havnin

Hetta er vanliga ein yvirskrift, sum loypir øði í avbygdafólk, men soleiðis verður tað.

GSM netið byrjar í Havn í juni mánað. Seinni í heyst er ætlanin at øll leiðin vestur á flogvøllin verður fingin við.

Eftir fyribilsætlanunum er ætlanin at GSM skipanin skal verða brúkilig um alt landið á heystið 1999.

Fyrimunirnir við GSM netinum er, at talan er um digitalan flutning, sum ikki kann avlurtast.

Við NMT-netinum er tað so, at tað ber til at avlurta samtalurnar og tað eru fleiri í Føroyum, sum hava verið útið fyri tí, hóast tað ikki er loyvt.

Aðrir fyrimunir við GSM eru m.a. at tað ikki ber til at »hacka« seg inn á hesar. Tað er sum fyrr nevnt lættari at ferðast landanna millum við GSM telefonum enn við NMT telefonum.

Harafturat kemur, at tað eru nógv fleiri útbjóðarar av GSM telefonum enn NMT telefonum og at tað tí er ein støðugur »útviklingur« av slíkum.

Til seinast er eisini vert at nevna at tað fáast fleiri tænastur til GSM skipanina enn til NMT skipanina.


Bíligari nú

Tá ætlanin um GSM skipanina varð gjørd, var roknað við, at byrjunarkostnaðurin fór at liggja ímillum 25 og 40 mió.

Men sum tíðin er fráliðin er hesin kostnaður fallin og nú skipanin er komin upp at standa kostar hon uml. 15 mió. kr.

Hóast tað, so eru basisstøðirnar, sum skulu setast upp kring landið ikki so bíligar kortini - tær kostað uml. 300 túsund hvør.


Prísurin fer niður

Seinasta vár avgjørdi TFL at seta prísin á NMT 900 niður so líðandi.

Í februar 1997 var miðalprísurin 3,75 krónur pr. minutt og eftir lækkingina sum kemur 1. juni verður miðalprísurin 1,50 krónur pr. minutt.

Hetta svarar til 2 krónur, millum klokkan 6 á morgni og 10 á kvøldi, og 1 krónu millum klokkan 10 á kvøldi og 6 á morgni.

Samtaluprísurin fyri GSM samtalur verður 3,50 á degi og 1,75 á kvøldi og um náttina.

Hetta er munandi hægri enn í londunum kring okkum, men Andras Róin, stjóri sigur, at tað eisini er ætlanin, at prísurin á GSM skal lækka við tíðini. Nær tað verður sigur hann tó einki um.

Andras Róin legði tó dent á eitt, og tað er tá ein føroysk GSM telefon er uttanlands.

Tá er tað nevniliga ikki bara tann sum ringir upp, sum skal gjalda fyri samtaluna, men eisini tann, sum eigur fartelefonina.

Tann, sum ringir upp, skal gjalda fyri samtaluna frá sínari telefon til fartelefonina, meðan fartelefoneigarin skal gjalda fyri samtaluna frá TFL til útlendsku antennustøðina og til har telefonin er.

Hetta er bert galdandi tá fartelefonin er í útlandinum og ikki tá telefonin er í Føroyum.


Ikki lágprístelefonir í Føroyum

Tey, sum hava verið eitt nú í Danmark, hava sæð, at har kunnu fáast telefonir fyri eitt 25 oyra, men hetta fer ikki at verða í Føroyum.

Orsøkin til hetta er, at tað í hinum lodunum eru fleiri útbjóðarar av telefonnetum, eitt nú Sonofon og TeleDanmark, og teir lata studning fyri hvørja selda telefon, sum verður felagið hjá teimum.

? Ein telefon kostar umleið 1.000 krónur at framleiða, sigur Andras Róin, so tað sigur seg sjálvt, at studningurin er stórur og tað fara vit ikki inn í.

Tí kann tað óiva loysa seg fyri føroyingar, sum fara uttanlands at ferðast í ár, at keypa fartelefon har, sjálvt um teir skulu verða felagar í Danmark í eitt hálvt ár eisini.