Vit plaga at siga, at tá Norrøna byrjar at sigla, tá ert summarið komið til Føroya. So kann tað verða líkamikið um tað er kavið í fjøllunum. Summarið er komið allíkavæl.
Eitt annað, sum eisini kann brúkast í so máta er, at tá ferðamannaskipini byrja at koma til Føroya, tá eru vit við at nærkast summarinum av álvara.
Soleiðis er tað nú einaferð.
Og nú koma tey - ferðamannaskipini.
Í eini langari røð, sum byrjar týsdagin og ikki endar fyrr enn mikudagin 9. september koma 25 ferðamannaskip á Havnina og tá tey eru farin avstað aftur hava umleið 13.000 fólk vitja Føroyar tann vegin.
Edinburgh Castle
Fyrsta skipið kemur sum sagt týsdagin.
Tað er Edinburgh Castle, sum kemur á Havnina við umleið 900 fólkum umborð.
Edinburgh Castle er á eini 14. daga »cruiseferð«, sum byrjar í Liverpool sunnudagin 7. juni.
Haðani fer skipið til Føroya, víðari til Íslands, har teir koma hósdagin 11. juni.
Fari verður aftur úr Reykjavík sama dag, og siglt verður til Grønlands. Fyrst verður lagt at í Nuuk, har tey eru 15. juni. Síðani verður farið til Ilulissat, har tey eru 16. juni.
Úr Grønlandi verður siglt beinleiðis aftur til Liverpool, har skipið er sunnudagin 21. juni.
Túrar í Føroyum
Meðan skipið er í Føroyum verða útferðir gjørdar.
Farið verður til Saksunar, til Eiðis, Kirkjubøar, Kvívíkar og til Kollafjarðar.
Ikki øll ferðafólkini fara til allar bygdirnar, men ferðafólkini fáa møguleika at velja hvagar tey vilja sleppa.
Føroyskir ferðaleiðarar verða við á teimum ymsu túrunum.