Nú kostar oljan 30 prosent meira enn fyri kríggið

Aftur í gjár og í dag hava føroysku oljufeløgini lækkað prísin olju og bensini

Hesaferð hava tey bæði føroysku oljufeløgini, Effo og Magn, tikið eitt fimmogtjúguoyra av prísinum yvir alla linjuna.

Fyrradagin frættist, at prísurin á heimsmarknaðinum var farin niður um støðið, hann var á, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í ár. 

Men sambært føroysku oljufeløgunum, so er tað ikki so einfalt, at prísfallið á heimsmarknaðinum við tað sama kemur brúkaranum til góðar.

Og tað er sjón fyri søgn, at so væl spælir klaverið ikki. 

Men við príslækkinginini hesaferð, so kostar benisin 13,50 krónur fyri liturin. Diesel kostar 12,45 krónur fyri liturin, og gassolja – húsarhaldsoljan – kostar 11,71 fyri liturin.

Bera vit saman við prísstøðið í Føroyum 24. februar, so er prísurin framvegis nógv hægri, enn hann var tá. Og príshækkingarnar síðani 24. februar hava gingið mest út yvir gassoljuna, sum framvegis er 30,1 prosent dýrari enn 24. februar. Tá oljuprísurin var hægst síðst í juni var gassoljan 47,9 prosent dýrari, enn hon var 24. februar. 

 

Bensinið er tann oljuúrdrátturin, sum er hækkaður minst. Hann er nú 17 prosent hægri, enn hann var 24. februar í ár.