Svenska sjóverjan veit at siga, at tað eru ikki bara tríggir lekar á russisku gassleiðingini - Nord Stream 1 og Nord Stream 2 - í Eystursjónum, men fýra.
Svenska Aftonbladet veit at siga, at fjórði lekin, sum er staðfestur, liggur millum teir tveir, sum áður hava verið umrøddir á Nord Stream 1.
Men, hesin seinasti lekin hevur samband við lekan á Nord Stream 2, sum liggur paralelt við Nord Stream 1.
Hesir umrøddu lekar eru sambært Aftonbladet í svenskum búskaparligum øki og lekin, sum er funnin aftrat, hevur eitt tvørmát á 200 metrar, veit blaðið at siga.
Tað var svenska Dagbladet, sum í gjárkvøldið fyrst bar tíðindini um fjórða lekan á russisku gassleiðingini í Eystursjónum.
- Tað er tó ikki soleiðis, at hesin leki júst er funnin. Eg trúgvi, at her er talan um ávísan ruðuleika um knattastøður ella positiónir, sigur ein kelda við ávísina.
Trygdarráðið í ST kemur í dag saman at viðgera lekarnar, sum hava rakt gassleiðingarnar í Eystursjónum.
Tað er formanslandið í trygdarráðnum, Frakland, sum hevur boðað frá, at Russland hevur biðið um fund í trygdarráðnum um Nord Stream-lekarnar.