Triðja umfar í landskappingini er av. Hóast lotið var frískt í fleiri støðum, so vóru líkindini at spæla fótbólt hampuliga góð.
Stóru og sigursvandu høvuðsstaðarfeløgini vunnu tryggar sigrar. B36 vann 3-0 á NSÍ, sum frammanundan hevði fulla úrtøku, og HB undirstrikaði við 2-0 sigri í Klaksvík, at tað framvegis skal roknast við HB. Hetta var fyrsti HB sigurin í ár, og hetta var fyrsta KÍ tapið. Klaksvíkingar høvdu lítið at siga í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var heimaliðið betri við. Fyritreytirnar versnaðu heilt nógv, tá ið stórt KÍ verjukiks bar 2-0 HB leiðslu við sær, og so var liðugt.
NSÍ hevði lítið at siga ímóti væl upplagda B36, sum var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik. Tá ið NSÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki misti Jens Joensen, var støðan 3-0, og harvið var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Hóast NSÍ einki stig hevði við sær úr Gundadali, so eru teir í Runavík framvegis ovast á talvuni.
Í fjør var stóri veikleikin hjá Víkingi, at tað so ofta ikki eydnaðist at umseta leikliga yvirvág til fulla úrtøku. Soleiðis var tað eisini í kvøld, tá ið tað endaði málleyst á Argjum millum AB og Víking.
Eftir trý umfør hevur einki lið fulla úrtøku. FC Suðuroy er einasta liðið, sum ikki hevur vunnið stig. Fleiri feløg hava ikki tapt: ÍF, Víkingur og AB hava tríggjar ferðir verið partar av javnleiki. B36, TB og HB hava vunnið eina ferð og tvær ferðir spælt javnt.
Úrslitini í 3. umfari
AB-Víkingur 0-0
KÍ-HB 0-2 (0-1)
0-1: Pál Mohr Joensen
0-2: Símun Samuelsen
B36-NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Ibrahima Camara
2-0: Róaldur Jakobsen
3-0: Gestur B. Dam
FC Suðuroy-TB 1-3 (0-1)
0-1: Frank Odje Able
1-1: Jón Krosslá Poulsen
1-2: Patrik Johannesen
1-3: Patrik Johannesen
EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-0)
1-0: Andras Olsen
1-1: sjálvmál
1-2: Andy Olsen
2-2: Leif Niclasen
Støðan eftir trý umfør
NSÍ 6
B36 5
TB 5
HB 5
KÍ 4
ÍF 3
Víkingur 3
AB 3
EB/Streymur 2
FC Suðuroy 0
Fjórða umfar
Leygardagin 21. mars
FC Suðuroy-B36
EB/Streymur-AB
Sunnudagin 22. mars
Víkingur-KÍ
NSÍ-ÍF
HB-TB
Á in.fo varð fylgt við teimum trimum dystunum, sum vóru seinnapartin í dag.