Nú má hetta fáa ein enda

Tað er spell, at summir politikarar áhaldandi sáa iva

- Nú má ein endi fáast á ivanum um, hvar tann nýggi musikkskúlin í Havn, skal byggjast.

 

Tað halda teir báðir býráðslimirnir í Havn fyri Fólkaflokkin, Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen,

 

Sjálvir vilja teir, at býráðið heldur fast um ætlanina at byggja hann við Landavegin, har nýggjur stórur skúli, skal byggjast.

 

- Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mælir til, at Musikkskúlin verður endaliga staðsettur í natúrliga skúlaumhvørvinum, sum er við at taka seg upp úti á Fløtum við Landavegin, har nýggjur fólkaskúli skal byggjast upp at Skúladeplinum við Marknagilsvegin, siga teir báðir

 

Og teir leggja dent á, at hetta er teirra endaliga støða í hesum máli.

 

Hinvegin halda teir, at tað er sera spell, at ávísir býráðspolitikarar áhaldandi ivast í, hvar Musikkskúlin í Havn eigur at liggja.

 

- Tað er mikið gott at hugsa seg um, men umhugsunartíðin eigur eisini at fáa ein enda, tí sum støðan er nú, er Musikkskúlin vorðin ein politisk kastibløka, siga teir báðir fólkafloksmenninir.

 

- Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen, siga, at ætlanirnar at byggja Musikkskúlan á Skálatrøð fara at draga alt ov langt út, tí har skal ætlanin hóska inn í umskipanina av miðbýnum við parkeringshúso og tjóðleikahúsi.

 

- Býráðið kann ikki halda fram at hava Musikkskúlan, foreldur og næmingar í stórari óvissu, sum hevur staðið við í meira enn eitt ár, leggja teir afturat.