Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg framvið oyggjunum úr vestri, innan tað seinni í vikuni streymar kaldari luft oman yvir Føroyar.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 15 til 20 metrar um sekundið, sum seinnapartin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og samdrigið, men út á seinnapartin aftur skýggjað og um kvøldið regn. Mikukvøldið og hósnáttina verður fyrst andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landnyrðingi ella landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Út á náttinamakar tað niður í gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum ella norðanættum, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á og hitin alt døgnið millum 7 og 11 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og seinni útnyrðing og makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrst samdrigið og regn, seinni klárar í og sól, tó okkurt æli. Hitin millum 5 og 10 stig. Um kvøldið eina stund eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, og rættiliga klárt veður, samstundis sum hitin fellur. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, regn av vestri og hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið. Samdrigið og regn, men seinnapartin klárar í og vindurin makar niður í andøvsgul upp í stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, men tað klárar í, tó enn okkurt æli. Hitin millum 6 og 9 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina minkar nakað og snarar í ein norðan. Samdrigið og ælaveður, um náttina partvís vátaslættingur. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í tvey stig.
Sunnudagin verður sum frá líður lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, um náttina partvís vátaslættingur. Hitin um 6 stig, um náttina niður í tvey stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og partvís vátaslættingur ella kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og trý stig.