Nú er neyðugt at verða til reiðar. Tí mugu vit eisini skipað okkum betri.
Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum.
Tí fer Føroya Oljuídnaður eisini at styrkja seg og at brynja føroyskt vinnulív at taka ímóti oljuni.
Føroya Oljuídnaður hevði aðalfund mánadagin og eitt úrslit av fundinum er, at arbeiðsbólkar sita og arbeiða við, hvussu felagið skal umskipast, so tað betri fær tænt sínum endamáli.
Hvussu truplar arbeiðsumstøðurnar hjá felagnum hava verið, sæst best av, at aðalfundurin í gjár var fundurin fyri 1996.
Pauli Einarsson sigur, at nevndin helt tað hevði størri týdning at arbeiða fyri, at limirnir sluppu á ráðstevnur og fingu vitan, heldur enn at skipa fyri einum aðalfundi,
Og orka var altso ikki til bæði - og tað skilti aðalfundurin.
Men Pauli Einarsson formaður í Føroya Oljuídnaði sigur, at skal føroyskt vinnulív verða nóg væl fyri, et neyðugt at umskipa felagið.
Eitt úrslit av hesum bygnaðarbroytingunum, sum arbeiðsbólkarnir nú arbeiða við, verður, at felagið fær eina veruliga skrivstovu, og setur eitt lønt fólk í starv.
Tað er nú greitt, at tað fer ikki longur at strekkja til við sjálvbodnum arbeiði.Og oljuvinnan nærkast so skjótt, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið meiri skipast.
Higartil kostar tað 1.000 krónur um árið at verða limur, men tað er greitt, at tað verður væl dýrari.
Á aðalfundinum í gjár bleiv nevndin afturvald.
Í henni er Pauli Einarsson, formaður og Magni Arge er næstformaður.
Hinir nevndarlimirnir eru Gunnar Mohr, Árni Joensen, Jóhann Mortensen, Alvi Nielsen og Johanna Hansen.
Aðalfundurin fyri 1997 verður so um umleið ein mánaða, táið arbeiðsbólkarnir skulu vera lidnir við bygnaðarbroytingarnar.
Eitt annað úrslit av bygnaðarbroytingunum er, at felagið verður býtt sundur í áhuhabólkar.
Tvs, at viðkomandi upplýsingar bara verða lætnir til viðkomandi áhugabólki. Tí allir upplýsingar hava ikki líka stóran áhuga hjá øllum.
Annars bíðar formaðurin í oljuídnaðinum nú spentur eftir, at tingið fær avgreitt oljuógina.
Hann vónar, at tað verður skjótt, og at farast kann undir at bjóða oljuøkini út.
Oljuøkini skuldi helst blivið bjóðað úr fyrra hálvár í ár. Í øllum førum má tað verða í ár.
Hann sigur, at verður tað útsett ov leingi, fara oljufeløgini kanska at missa áhugan og at brúka pengarnar aðrastaðni.
Feløgini hava ávísar upphæddir til granskingar á áhugaverdum økjum.
Og verður tað bara til prát í Føroyum, fara tey helst aðrar vegir, sigur Pauli Einarsson.
Hann vónar, at tað kemur at standa í oljulógini, at allar veitingar skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll.
Tí kemur tað at standa í lógini, er ongin ivi um, at báði norsk, donsk, og onnur, útlendsk feløg, fara at finna sær føroyskar samstarvsfelagar.
Tað vil siga, gongur sum ætlað, fer meiri virksemið longu at taka seg upp, tí samfelagið er so lítið, at lítið skal til fyri at ávirka gongdina.