Jústinus Eidesgaard,
Singapore
Internetið er størsta framstigið innan samskifti í nýggjari tíð. Tað er líka stórt stig, sum tá telefonin varð automatiserað og tá telexið kom fram fyrr í hesi øldini. At so bløð eisini verða útgivin á internetinum er ein kollvelting fyri skrivaðu miðlarnar.
Bløðini hava altíð havt tann vansa í mun til loftmiðlarnar og serliga til útvarpið, at tey skulu prentast áðrenn tey kunnu náa lesaran. Tað er ikki nógmikið við eini mikrofon á bløðunum. Greinarnar skulu skrivast og síðan skulu tær gjøgnum eina tekniska viðgerð, áðrenn blaðið liggur í blaðsølunum.
Tøknin kemur ongantíð so langt fram at mannaheilin verður heilt útskiftur við eina teldu. Greinar skulu framvegis skrivast. Í framtíðini koma ivaleyst tól, sum kunnu týða røddina til skrivað orð. Tó vil altíð vera brúk fyri eini tungu fyri at siga orðini og aftanfyri tunguna ein heili.
Fyri útisetarnar, ið dáma Sosialin, merkir útgávan á Internetinum at múrarnir rapla. Nú er ikki neyðugt longur at bíða eftir postboðnum og lesa vikugomul bløð. Vit útisetar fáa tað allarfeskasta nógv fyrri enn vanligi lesarin heima í Føroyum. Fjarleikin hevur ongan týdning longur og ikki verður neyðugt at senda pakkar við bløðum
Internetið hevur sera stóran týdning fyri útisetar. Leitar tú á netinum, so er skjótt at síggja listar yvir føroyskar e-mail adressur og her eru mangir útisetar ímillum.
Forpliktar
Í dag ber so til at halda Sosialin sum internetavís, og tað merkir at útisetin kann fylgja við í Føroyum nógv betur enn fyrr. Men ein slík útgáva forpliktar eisini hjá blaðleiðsluni. Ein stórur trupulleiki fyri útisetar er júst, at føroysku fjølmiðlarnir hanga saman. Hevur tú ikki atgongd til allar, so fær tú ikki rættuliga fylgt við hvat hendir heima í Føroyum. Tá bløðini byggja víðari á søgur, sum loftmiðlarnir hava borið fram og tey ikki rættuliga ómakað sær at fortelja lesarunum hvat loftmiðlarnir søgdu, so er »the missing link« veruleiki. Faktaboksin, ein lítil kassi, ið tekur saman um eina søgu, eigur eisini at finnast á internetbløðunum. Eisini á InternetSosialinum.
Miðskeiðis í sjeytiárunum hendi eitt líka so stórt frambrot sum í dag. Tá kom offsett tøknin til Føroya. Áðrenn og seinastu mongu hundrað árini hevði blýggið verið álitið. Síðan hevur menningin gingið skjótt, men síðan teldan fekk fast pláss í blaðhúsunum er rættulig ferð komin á. Fyri bert fáum árum síðan, so skuldi ein grein sum hendan gjøgnum fleiri hendur, áðrenn hon kom í blaðið. Hon skuldi fyrst skrivast av blaðfólkinum, síðan skuldi ein setari seta greinina. Frá setaranum fór hon til umbrótarin, áðrenn hon endaði í kjallaranum hjá trykkjaranum. Mynd skuldi eisini takast og hon skuldi eisini viðgerast áðrenn hon kom í blaðið.Við nýggju teldutøknini ber til at sita í Singapore og gera eina grein við myndum og øllum heilt klára og fáa hana í blaðið á jøvnum føti við blaðfólkið heima. Greinin verður send gjøgnum internetið saman við myndunum og fáa minuttir seinni ber so til at síggja hana á Internetsosialinum
Størsta framstigið fyri blaðfólk við internetinum er, at nú kann tú senda myndir, sum tær lystir. At senda tekst gjøgnum telefonkaðal hevur verið gjørligt meginpartin av hesi øldini. At senda myndir hevur eisini verið gjørligt, men munandi torførari enn í dag. Ein tann fyrsta stóra reportasjan send gjøgnum kaðal var frásøgnin hjá Roald Amundsen, tá hann hevði funnið útnyrðingsleiðina norður um Ameriku í 5. desember í 1907. Fjarritið var uppá 1000 orð og kostaði 755.28 amerikanskar dollarar ella 5200 føroyskar krónur. Ein øgilig upphædd tá á døgum. Tað tekur ein minutt á Internetinum at senda eina opnu úr Singapore og heim til Sosialin og tá eru myndirnar við. Hvør tími á internetinum kostar umleið 12 krónur. Tað ber sostatt til at senda knappliga 60 opnur heim til Sosialin fyri 12 krónur.Hevði Amundsen vitað til sín.
Internetið fer eisini at gera vanliga Sosialin munandi betri fyri lesaran í framtíðini. Blaðfólkini eru ikki longur so knýtt at blaðhúsinum fyri at skriva til blaðið. Tey kunnu arbeiða eins skjótt munagott og blaðfólkini í blaðhúsinum, líka mikið um tey eru stødd á Trøllanesi, á einum oljuboripalli, í Keypmannahavn ella hvar tað skal vera í heiminum.