Summarútbrotið av covid-19 hevur við sær, at omanfyri 900 fólk nú sita inni orsakað av koronu.
133 fólk hava nú smittuna, og 774 onnur fólk eru farin í sóttarhaldi, tí tey hava verið saman við smittaðum.
Hetta er størsta útbrotið av koronu í næstan eitt ár – síðani ólavsøkuútbrotið í fjør.
Samanlagt hava 914 fólk fingið staðfest smittuna.
Eingin er innlagdur við koronu í løtuni.