Nú skal Barcelona skora

Europa League: Í kvøld verða seinnu 1/8 finalurnar og FC Barcelona er kroyst at vinna

Í kvøld verða seinnu 1/8 finalurnar í Europa League. Tað er spenningur í flestu av uppgerðunum, men serliga skotska Rangers hevur eina sunna leiðslu undan dystunum í kvøld.

 

Reyða Stjørna (0)–(3) Rangers (17:45)

 

Fyrrverandi stórliðið úr gamla Jugoslavia, Reyða Stjørna, er ikki av somu styrki í dag. Tó skal eitt tap móti Rangers ikki takast so tungt, tí Rangers vann samanlagt á Borussia Dortmund. Við 3-0 í sjáttuni burdi Rangers havt tamarhald á hesi uppgerðini.

 

Monako (0)–(2) Braga (17.45)

 

Eitt sindur óvæntað tapti Monako fyrra dystin 2-0 móti portugisiska Braga. Monako er størra felagið og hevur spælararnar til at venda uppgerðini, men kanska áhugin ikki er so stórur?

 

Leverkusen (2)–(3) Atalanta (17.45)

 

Tvey av størru feløgunum, sum eru eftir í kappingini, men ikki eru mettir sum favorittar. Fyri hesi bæði hevði eitt Europa League steyp verið stórt. Atalanta hevur skorað á útivølli í 11 dystum í Evropa.

 

Galatasaray (0)–(0) FC Barcelona (17.45)

 

Tvey stórlið, sum ikki eru á toppinum í ár. Gestirnir eru stórfavorittar at vinna samanlagt, men so skulu teir eisini skorað móti Iñaki Peña, sum Barcelona hevur útleigað til júst Galatasaray.

 

Lyon (1)–(0) FC Porto (20.00)

 

Franska liðið megnaði at vinna 1-0 á FC Porto. Í verandi støðu bleiv tað mett sum ein flottur sigur, tí FC Porto hevur tað gott, tó at Luis Diaz er seldur til Liverpool. Gestirnir eru aftanfyri, men ikki úti av hesi uppgerðini.

 

West Ham (0)–(1) Sevilla (20.00)

 

Sjálvt um West Ham er eitt av rímiliga kendu feløgunum í Onglandi, so eru avgerandi dystir í Evropa ikki nakað, sum West Ham hevur spælt nógv av. Gestirnir hava fleiri ferðir vunnið Europa League og eru á odda, men hetta kann blíva ein áhugaverdur dystur.

 

Eintracht Frankfurt (2)–(1) Real Betis (20.00)

 

Týska heimaliðið hevur upptúr og er á odda í uppgerðini, men Real Betis hevur spælarar, sum kunnu og vilja gera mun. Millum annað royndi Joaquín, sum er blivin 40 ár. Hann fær ikki nógvar møguleikar afturat.

 

RB Leipzig – Spartak Moskva (Avlýstur)

 

UEFA hevur bannað øllum feløgum úr Russlandi í evropiskum fótbólti. Tí er týska RB Leipzig víðari til fjórðingsfinaluna.