Nú skal Gilli hava nýggjan venjara

Rokið í Odd hevur lagt seg og partarnir skiljast í semju

Tað hevur verið rokaligt í norska fótbóltsfelagnum Odd, sum hevur føroyska landsliðsspælaran Gilla Rólantsson í hópinum. Nú eru Odd og annars væl lýddi venjarin í felagnum, Jan Frode Nornes, farin hvør til sítt.

 

Í gjár visti Jan Frode Nornes ikki, um hann var seldur ella keyptur. Legendan í felagnum var á pappírinum venjari hjá Odd, men leiðslan í felagnum hevði boðið honum annað starv, tí tey mettu ikki, at hann er rætti maðurin til venjarastarvið í framtíðini.

 

Formaðurin í felagnum leggur frá sær til komandi aðalfund og ítróttarstjórin, sum fekk Gilla Rólantsson til felagið, er eisini farin frá. Trupulleikin hjá leiðsluni var, at Jan Frode Nornes ikki vildi hava nakað annað starv í fealgnum, og hevur sáttmála fyri eitt ár afturat.

 

Í dag eru partarnir komnir við einum felags tíðindaskrivi, har tað verður boðað frá, at Jan Frode Nornes og Odd fara hvør til sítt – í sátt og semju.  Odd hevur klárað seg væl í eina tíð, men í ár kláraði felagið akkurát at yvirliva í Elituseriuni. Gilli Rólantsson stríddist við ein skaða móti ársenda í fjør. Spurningurin er so, hvussu tað sær út í Odd í 2022. Felagið skal í hvørtfall hava nýggjan venjara.