Nú skal gjaldið til Kringvarpið hækka einaferð um árið

Samstundis skulu smáar fyritøkur rinda minni í kringvarpsgjaldi

Nú skal gjaldið hjá fólki til Kringvarpið hækka einaferð um árið. Tað er endamálið við einum uppskoti, Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Eitt annað endamál er at lækka kringvarpsgjaldið hjá smærri fyritøkum.

 

Sum lógin er nú, skuli øll virki, og allar fyritøkur, sum rinda meiri enn 100.00 krónur í løn, rinda kringvarpsgjald, men nú verður hetta markið hækka til 500.000 krónur. Tað merkir, at tey, sum rinda minni enn 500.000 í løn, skulu ikki rinda gjald til Kringvarpið. Samstundis verður lógin broytt, so at virki, sum rinda ímillum 500.000 krónur og tvær milliónir í lønum, skulu hereftir rinda nakað minni í kringvarpsgjaldi. Fyritøkur, sum rinda yvir tvær milliónir í lønum, skulu framvegis rinda tað sama í kringvarpsgjaldi, sum tey rinda nú.

 

Men Jenis av Rana vil eisini hava, at kringvarpsgjaldið verður prístalsviðgjørt, soleiðis at tað skal hækka automatiskt á hvørjum ári so hvørt, sum lønir fara upp og prísirnir á vørum og tænastum, hækka. Hetta merkir, at kringvarpsgjaldið, bæði hjá fólki og hjá fyritøkum, automatiskt skal hækka tvey prosent um árið.

 

Hetta verður fyrstu ferð, at kringvarpsgjaldið verður prístalsviðgjørt, men Jenis av Rana sigur, at hetta er neyðugt fyri at tryggja Kringvarpinum eina støðuga inntøku, hóast lønir og prísir annars, hækka.