Nú skal heimið umvælast

Í dag vórðu sáttmálarnir fyri umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini í Miðvági

 

Nú verður farið undir at dagføra ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági. Heimið hevur í fleiri ár havt stórar umvælingar fyri neyðini, og tí var tað ein stórur dagur, nú Jóhannes Ellefsen vegna bygginevndina skrivaði undir sáttmálarnar.

 

Arbeiðið varð boðið út í fakentreprisur og sjey ymsir arbeiðstakarar koma at útføra arbeiðið. Arbeiðið umfatar umvæling av klimaskermi, umframt installatiónum og yvirflatum í stórum parti av bygninginum. Harumframt verða smærri dagføringar eisini gjørdar.

 

Kostnaðurin er mettur til 36,5 mió kr., harav 31,5 mió kr. eru studningur og lán frá landinum.

 

Arbeiðið er væntandi liðugt á heystið í 2016.