Nú skal KÍ halda fast í Kosovo

Conference League: Fyrsti leikurin í 3. umfari skal spælast í kvøld. Helst fer KÍ at verja borg

Í kvøld skal KÍ spæla fyrra dystin í 3. umfari í UEFA Europa Conference League. Dysturin er móti meistarunum úr Kosovo, Ballkani. René Shaki Joensen er tøkur aftur, meðan Jesper Brinck helst situr uttanfyri.

 

Tað eru tvey føroysk feløg eftir í Evropa. Í gjár spældi B36 fyrra dystin móti danska Viborg og tapti 3-0. Tað var ikki óvæntað, tí Superliga felagið er greiður favorittur at vinna samanlagt. Soleiðis er ikki í kvøld.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Ballkani til ein favoritt, men ikki stóran favoritt. Tað kann blíva ein fyrimunur fyri KÍ, at returuppgerðin er í Føroyum. Klárar KÍ í kvøld at verja borg, so veksur møguleikin hjá KÍ at vinna seg víðari, sjálvt um seinni dysturin verður spældur á Tórsvølli, og ikki í Klaksvík.

 

Norðlýsið skrivar í upptaktini, at René Shaki Joensen er tøkur eftir ein minni skaða. Landsliðsspælarin hevur fleiri ferðir seinasta árið víst, at hann trívist væl í altjóða dystum. Bæði sum verjukendur bakkur á landsliðnum, og sum meiri framrættaður spælari hjá KÍ móti eitt nú Bodø/Glimt.

 

Tó verður væntað, at KÍ skal klára seg uttan Jesper Brinck. Danski verjuspælarin hevur ein skaða at dragast við, og Jonn Johannesen situr framvegis uttanfyri. Tað hevur verið nógv skrivað um, at Árni Frederiksberg ikki hevur fingið nógva spælitíð í Evropa, men hann átti lut í málinum, sum tryggjaði KÍ víðari luttøku móti Sutjeska í 2. umfari.

 

Norðlýsið hevur eisini tosað við Semir Hadzibulic, har hann heldur fyri, at KÍ hevur ein góðan kjans og at størsta avbjóðingin er dysturin í kvøld. Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, helt fyri eftir sigurin á Sutjeska, at Ballkani er eitt væl betri lið enn liði úr Montenegro.

 

KÍ og Ballkani dystast um at koma í “Play-off” umfarið, sum er seinasta umfarið fyri bólkaspælið. Vinnari av hesi uppgerðini skal møta taparanum av uppgerðini millum Shamrock Rovers úr Írlandi, ella Shkupi úr Norður Makedonia.

 

In.fo hevur, í samstarvið við Dystir.fo, beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Til ber at fygja við, við at trýsta á frámerkið omanfyri fyrstu tíðindagreinarnar á forsíðuni. Dysturin byrjar klokkan 19.