Nú skal Kringvarpið leggja á annan bógv

Ávísir aldursbólkar eru forsømdir í Kringvarpinum, men tað skal broytast

Kringvarpið skal gera nógv meiri burturúr at gera sendingar til børn og ung – á føroyskum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hann ætlar at geva Kringvarpinum betru umstøður til at gera meira barnatilfar á føroyskum

 

Jenis av Rana sigur, at hann hevur arbeitt fyri at útvega Kringvarpinum størri fígging, men tað hevur tíverri ikki borið á mál enn. Eitt uppskot hjá honum hevur verið, at kringvarpsgjaldið skal prístalsviðgerast, so at tað hækkar automatiskt á hvørum ári, so hvørt prísirnir annars hækka.

 

– Kringvarpið er ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini og tí kann landsstýrismaðurin ikki leggja seg út í arbeiðið hjá teimum, sigur Jenis av Rana. Hinvegin kann hann gera ein sáttmála við Kringvarpið- ein public service sáttmála um, hvat tey skulu leggja dent á.

 

Hann sigur, at tað eru nógvar góðar grundir til, at tilfar til børn og ung eigur at vera ein av aðaltáttunum í virkseminum hjá Kringvarpinum. Tilfar til børn og ung hevur eisini verið partur av public service-sáttmálanum frá fyrsta degi, men Jenis av Rana sigur, at Kringvarpið hevur ikki kunnað gjørt so nógv tilfar, sum allir partar kundu ynskt sær.

 

– Tað er kostnaðarmikið at gera føroyskt tilfar, samstundis sum stovnurin skal vera fkølbroyttur og røkka fleiri ymiskum málbólkum, sigur landsstýrismaðurin. Men hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við einum nýggjum public service-sáttmála, sum helst skal fáa gildi skjótast til ber. Og har verður tað ikki bara ásett, at Kringvarpið skal leggja dent á at gera gott tilfar til børn og ung, men tað verður eisini ásett, at tey skulu gera nógv tilfar til hesar aldursbólkarnar.

 

– Partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt í eini tíð, har stóru stroymingartænasturnar varpa alt meira útlendskt tilfar, eisini til børn og ung, sigur Jenis av Rana.

 

Vit hava eisini aðrar stovnar, ið framleiða gott barnatilfar í stórum nøgdum, eitt nú Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tó er Kringvarpið kanska tann mentanarberandi miðilin, ið røkkur longst, og eg taki tí avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður gjørt á stovninum  - ella til stovnin, sigur Jenis av Rana.