Nú skal lív fáast í Eurovision aftur

Áskoðarar sleppa til kappingina í næstu viku

Í næstu viku verður Eurovision sangkappingin hildin í Rotterdam í Hollandi. Í fjør var kappingin av ongum orsakað av koronu, men í ár er ætlanin at halda kappingina aftur, og tað skal verða við áskoðarum í Ahoy høllini.

 

Tað verða tvær hálvfinalur og ein finala hildin í Rotterdam, og 3.500 áskoðarar sleppa inn til hvørja av teimum trimum kappingunum. 18. og 20. mai verða hálvfinalurnar, og leygarkvøldið 22. mai verður stóra finalan.

 

Fyrireikararnir hava sett áskoðarunum ta treyt, at teir hava eina negativa covid-19 kanning, sum ikki er eldri enn 24 tímar. Øll, sum koma úr útlandinum til Hollands at vera við í Eurovision – antin sum luttakarar ella áskoðarar – verða biðin um at verða í sóttarhaldi í fimm dagar, áðrenn tey koma til landið.