Nú skal meira ferð á Føroya Arena

- Nú skal enn meira kraft setast á byggingina av Føroya Arena, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, eftir hondbóltslandsdystirnar um vikuskiftið.

- Nú skal enn meira kraft setast á bygging av Føroya Arena høllini. Hetta eru vit garantar fyri. Fyrst kom Tórsvøllur, og nú kemur so Føroya Arena høllin.

 

Soleiðis skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, á sínum Facebook-vanga í gjár, eftir at Føroyar høvdu vunnið seg víðari í HM-kappingini í hondbólti.

 

- Føroyar, hjartaliga tillukku við stórdystinum í Høllini í kvøld. Ein góður, spennandi og undirhaldandi dystur, ásannar borgarstjórin.

 

Heðin Mortensen leggur aftrat, at Føroyar í dystinum móti Letlandi vóru klárt á odda allan dystin.

 

Og síðan leggur borgarstjórin soleiðis aftrat:

 

- Nú skal enn meira kraft setast á bygging av Føroya Arena høllini. Hetta eru vit garantar fyri. Fyrst kom Tórsvøllur, og nú kemur Føroya Arena høllin, sigur Heðin Mortensen.

 

##med2##

 

Borgarstjórin hevur lagt myndir út á sín Facebook-vanga eftir landsdystin í gjár.