Nú skal Mercedis fáa skil á Bústaðir

Løgmaður hevur givið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur boð um at fáa frið um Bústaðir. Floksfelagar hennara krevja tað sama

Løgmaður hevur í dag givið Elsebeth Merceids Gunnleygsdóttur boð um at fáa skil á ófriðinum, sum hevur valdað í Bústøðum, síðani Regin Hammer tók við sum stýrisflormaður.

 

Løgmaður vil hava, at Bústaðir aftur verður virkisført, so bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni kann fremjast í verki. Tað segði hann í útvarpinum í kvøld.

 

Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum hevur á fundi í dag eisini kravt av landsstýriskvinnuni, at hon fær skil á stríðnum.

 

Tað er serliga eftir at formaðurin í stýrinum fyri Bústaðir í síðstu viku í sjálvdrátti sendi út tíðindaskriv, har hann segði, at stýrið fór at taka støðu til eitt uppskot frá sær um, at Bústaðir skulu steðga byggingini av luksusíbúðum, sum bert tæna nøkrum fáum fólkum. Hann segði eisini í tíðindaskrivinum, at Bústaðir eru á veg í eina gjaldføriskreppu, og so vísti hann millum annað á, at Bústaðir fara at reisa búfelagsskapir í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn og barnabústovnar í Suðuroy, Vágum, Eysturoy, Klaksvík og Tórshavn.

 

Hetta vóru máli, sum hvørki Almannaráðið, Bústaðir ella stýrislimir í Bústøðum vistu nakað sum helst um.

 

Men nú sær út til at brenna undir stýrinum ella í øllum førum undir formanninum.

 

Í Degi og viku í kvøld vildi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki siga, at hon hevði álit á Regin Hammer sum stýrisformanni í Bústøðum. Hon segði, at hon hevur tikið málið upp, og at Almannaráðið er í ferð við at kanna, hvat landsstýriskvinnan kann gera.

 

Spurd beinleiðis, um hon fór at velja nýtt stýri, vildi hon ikki svara.

 

– Er eri tolin, men eg havi eisini eina grensu. Eg vil hava skil á, eg vil hava frið nú, eg vil síggja úrslit, segði landsstýriskvinnan.

 

Landsstýriskvinnan kann einki gera við stjóran í Bústøðum og kann einki gera við starvsfólkini í Bústøðum. Ein møguleiki er, at stýrið koyrir stjóran til hús, men tað hevði neyvan skapt frið um stovnin.

 

Tí er nógv sum bendir á, at Regin Hammer hongur í klønum tráð sum formaður og stýrislimur í Bústøðum.