Nú skal samhaldsfasti hava pengarnar aftur

Inngjaldið til Samhaldsfasta í eitt heilt ár var í 1993/94 lænt ALS. Vilhelm Johannesen skjýtur nú upp, at tær 30,2 milliónirnar verða goldnar grunninum aftur. Verður uppskotið samtykt, saman við hækkaðum inngjaldi, kann Samhaldsfasti ár 2000 gjalda út kr 892, sigur uppskotsstillarin

Í 1992-93 øktist við rúkandi ferð, og hóast inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina var heili 2,75% frá hvørjum av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, megnaði skipanin ikki at svara hvørjum sítt. Landskassin, sum hevði sera vánaligt hgjaldføri hesi árini, var ikki mentur at veita ALS nakran stuðul, og tí vóru onnur ráð at taka.

Ein akutt loysn á hesum trupulleika var, at Arbeiðsloysisskipanin lænti 70 milliónur krónur úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum - ella Samhaldsfasta, sum hann eisini verður nevndur.

Seinni er semja gjørd millum ALS og Samhaldsfasta um, hvussu hetta lán skal gjaldast aftur, og gongur hetta sína gongd.

Eitt annað tiltak, ið tað almenna setti í verk var, at inngjaldið til Samhaldsfasta við lóg varð koyrt í Arbeiðsloysisskipanina í eitt heilt ár. Hetta varð gjørt í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 1993 til 31. mars 1994. Samlaða upphæddin, ið ALS fekk burtur úr hesum var 30,2 milliónir krónur. Samstundis misti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin eina samsvarandi inntøku.

­ Hetta er stórt spell, tá hugsað verður um, hvussu illa nógv av okkara gomlu eru fyri, heldur Vilhelm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum í gjár vegna Javnaðarflokkin legði uppskot fram á ting um, at landskassin endurrindar eftirlønargrunninum upphæddina.

­ Í dag koyrir Arbeiðsloysisskipanin væl. Inngjøldini eru munandi hægri enn útgjøldini. Við hesi gongdini verðu ALS væl konsoliderað, og skipanin verður sostatt før fyri at taka ímóti eini nýggjari kreppu, um ein tílík skuldi komið, heldur Vilhelm Johannesen.

Hann vísir eisini á, at fyri at geva ALS møguleikan fyri konsolidering, heldur Javnaðarflokkurin ikki, at tað er rætt, at álagt verður Arbeiðsloysisskipanini at endurrinda Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum inntøkumissin frá 1993/94.

­ Tí skjóta vit upp, at landskassin, sum í dag hevur eitt óføra gott gjaldføri, skal endurrinda Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum nevndu upphædd, sigur hann.

­ Eftir uppskoti frá landsstýrinum var tað løgtingið, sum tók hesa inntøkuna frá eftirlønargrunninum. Sostatt er tað nátúrligt, at løgtingið nú lóggevur so, at landskassin endurrindar grunninum tapið, heldur Vilhelm Johannesen.

Hann heldur, at upphæddin upp á 30,2 milliónir krónur eigur at verða løgd afturat fænum há Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

­ Hetta merkir, at meirinntøkan, sum grunnurin fær í rentuinntøkum av hesum, kemur at ávirka útgjaldið úr grunninum soleiðis, at tað verðu 40 kr hægri um mánaðin.

Verður hetta uppskotið - og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka inngjaldið til grunnin - samtykt, verður mánaðarliga útgjaldið úr grunninum í 1999 økt upp í 850 krónaur og í ár 2000 verður tað 892 krónur, sigur Vilhelm Johannesen.