Ein sjónlig broyting verður, at tann eina langsíðan verður breiðkað, so tað verða átta geilir til 100 metra renning í staðin fyri tær seks, sum higartil hava verið.
Ein onnur broyting er, at tað nú eisini fer at bera til at íðka stangarlop á Tórsbreyt.
Arbeiðið skal vera liðugt í summar.
Sp/f Grettir skal standa fyri arbeiðnum at nútímansgera rennibreytina. Tilboðið hjá Sp/f Grettir fyri at gera arbeiðið var beint omanfyri 7,5 mió. krónur.
Sáttmálin varð undirskrivaður hósdagin millum Elsu Berg, borgarstjóri, og Andras Andreasen, stjóra í Sp/f Grettir.












