Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú sett hol á arbeiðið at leggja skúlar saman kring landið – ella skipa skúlan í størri eindir, sum tað so flott eitur.
Tað hevur hann upplýst fyri Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerðar.
Sum tað sæst í aðrari grein her á in.fo, er nevnd sett at endurskoða fólkaskúlan.
Men hóast arbeiðssetningurin hjá nevndini er meiri óítøkiligur, er Bjørn Kalsø greiðari í sambamdi við fíggjarlógini fyri næst ár.
Les eisini: Sjøtul settur á arbeiðið at endurskoða fólkaskúlan
Og Bjørn Kalsø væntar, at onkrar av broytingunum kunnu setast í verk, longu í summar.
Hann sigur, at ætlanin er at fremja hesa ætlan í tøttum samstarvi við kommunurnar.
Hinvegin staðfestir hann, at ongar ætlanir eru um at lækka skúlaaldurin.
Hann sigur eisini, at skulu forskúlar setast á stovn, eru tað kommunurnar, sum skulu taka stig til tað.
Men eftir lógini skal landsstýrismaðurin í mentamálum tryggja, at reglur eru á økinum, so heimild er fyri tí virksemi, sum er í forskúlaflokkunum.
- Og tað eru hesar lógarásettu reglur, landsstýrismaðurin hevur fingið til vega við kunngerðini um skipan og læring í forskúla, sigur Bjørn Kalsø.